CNC ULTRASONIC BEAUTY LIGHT
PHOTON ljósterapi er eitt sera úrslitagott húðrøktartól, við tað at ljósi treingir niður til tey djúpastu húðløðini og eggjar/stimbrar endurnýggjanina av húðkyknunum.
PHOTON ljós er ger/gevur/ávirkar:
- Strálandi 'glow' og eina javna, væl-røktaða húð
- Stimbrar/eggjar kollagenframleiðsluna.
- Virkar uppstrammandi á húðina og gevur eina meiri ungdómiliga útsjónd
- Minkar um akni og óreina húð
- Avmarkar pigmentbroytingar
- Avmarakar arrvev
- Anti-aging virkandi
PHOTON ljós terapi er serliga væl egna til tín, som hevur av akni, óreina húð, eksem, rukkur, sjónligar sprongdar æðrar á húðini, o.a.
Viðgerðin uppfrískar beinavegin húðina og gevur eina lívligari útstráling.
Ljós terapi stimbrar og hjálpur húðini at evna nýtt kollagen, sum gevur eina strammari og flottari húð.
Reytt ljós stimbrar kyknu-endurnýggjan, eisini fibroblast-kyknurnar. Fibroblast-kyknurnar framleiða kollagen og elastin. Fibruni geva tíni húð smidleika og fyllu. Endurnýggjanin minkar um fínar linjur, rukkudjúbdina og arr.
Blátt Ljós brúkar man til viðgerð av akni, tað javnvigar tálgframleiðsluna, avmarkar inflammation/bruna, roða (rødme) og stórar porir.
Grønt ljós arbeiðir ímótir hyperpigmentering, hevur eina anti-aging ávirkan, minkar rukkudjúbdina og fínar linjur, og hevur eina sissandi ávirkan á húðina.
ULTRASONIC er ultraljóð, sum, við smáum vibratiónum/ristingum, økir mikrosirkulatiónina í húðini. Tí verður ULTRASONIC samanbori við 'celle-jogging'. Mikrosirkulatiónin stimbrast og framleiðslan av kollagen og smidleika økist í húðini.
Man kann brúka hesa myndina, fyri at skilja tað betur; Koddin er flatur um morgunin tá ið man vaknar og hevur ligið á honum, síðani ristur man hann, so hann fær sín rætta form aftur - eins og hettar er ávirkanin á húðina, tá ið man brúkar ultraljóð risting/vibratión.
Úrsliti er ein fastari, smidligari húð við masser av 'glow'. Samstundis ger ULTRASONIC tað, at húðin gert meiri ísúgvin tá ið man eftirsíðani koyrur húðproduktini á.
Umframt alt hettar hevur ULTRASONIC hesa ávirkan;
- Stimbrar blóðgjøgnumrákið
- Eksfolierar deyðar húðkyknur
- Minkar um akni
- Strammar húðina upp
- Minkar rukkudjúpdina og fínar linjur
- Minkar 'rødme' og arr
- Minkar porurnar.