Meraki - Vitalba, Essential Oil Diffuser

649,00 kr

Ikki á lagri

Madame

Title
Vørubólkar:
Meraki, Mest seld

Smartur elektroniskur Vitalba diffuser (damp spreiðari) til luftkvæmar oljur frá Meraki.

Vitalba spreiðarin er bæði ein elektriskur oljubrennari og ein aromalampa. Vitalba hevur eitt stílreint og tíðarleyst snið, og hevur eisini, sum ein eyka ávirkan, ymiskar ljósstillingar, sum eisini kunnu nýtast uttan at brennarin er tendraður. 

Tann elektroniski oljubrennarin er nemmur at røkja: Man tekur lokið av, fyllur lampuna við 100ml vatni, koyrur síðani 2-4 dropar av luftkvæmari olju í og tendrar lampuna. Við hesum loysist ein undurfullur angi út í rúmi, við tað at løgurin spakuligani guvar burturúr.
Sum trygdaratgerð sløknar lampan av sær sjálvum, tá ið løgurin er uppi, sum er uml. 3-5 tímar eftir at lampan er tendra. 

Tilar: Keramik, plastik.

Farva: Hvítt

Mát:
Hædd: 15,5 cm
Diametur: 7,5 cm

 

Umframt tað, at ein sokallaður 'essential oil diffuser' gevur ein undurfullan anga í heiminum, hevur aroma therapy nógvar aðrar fyrimunir - bæði fyri sinn og skinn. Tað veldst av, hvat fyri oljur man brúkar. 


Her eru nakrir av ágóðunum nevndir: 

Hjálpur tær at slappa av.
Nógv fólk venda sær til aromatherapy aftaná eina langan arbeiðsdag. Tann mildi angin og hansara sissandi ávirkan er ein deiligur máti at fella til ró uppá. 

Elvur til sissandi kenslur. 
Aromatherapy er eitt fantastisk ískoyti til tína gerandisligu rutinu, men eisini eitt gott hjálpartól til tíðir sum eru merktar av strongd og spenningi. Tær róligu og hvílandi kenslurnar, sum aromatherapy elvir til, hjálpa tær at takað eina løtu at sissast. Luftkvæmar oljur stimbra eisini djúpan andadrátt, sum hevur víst seg at linnna løtukenslur av strongd.

Betrar fokus
Um man velur ein orkugevandi anga, sum t.d. sitrus, kann tað stimbra ansni og tín førleika at hugsavna teg og fokusera.

Perfekt um morgunin ella tá ið man skal gera skúlating, loysa uppgávur o.a. 

Hevjar lagi/hýri
Luftkvæmar oljur eru við til at hevja lagi/hýri og stimbra kenslur av lukku og nøgdsemi. So um man hevur tað gott, ella kennir seg eitt sindur tungan í huga, kann aroma therapy lyfta hýri og fáa teg at kenna teg lættari í huga.

 

Hjálpur til at reinsa luftræsurnar, sum elvir til lættari andadrátt
At lata luftkvæmar oljur, sum t.d. peppermint, guva/dampa í rúminum, hjálpur til at reinsa luftræsurnar, sum elvir til lættari andadrátt. Eisini avmarkar hettar ávirkanina av árstíðar sjúkum, sum forkølilsi o.a. 

Stimbrar Immunforsvari
Aroma therapy sigst eisini at stimbra órinsverjuna.  

Betrar svøvn/hvíld 
Tíanverri eru tað mong, sum stríðast við svøvninum og at finna hvíld, tá ið man skal leggja seg. Um man velur ein sissandi anga, sum t.d. lavendel, at koyra í oljuspreiðarin áðrenn songartíð, kann tað hjálpa tær at fella til ró og fyrireika teg til ein langan, djúpan náttarsvøvn. 

Kann linna spentar og eymar vøddar. 
Aroma therapy kann eisini hjálpa til at linna spentar og eyma vøddar. Um tú ert eym/ur aftaná eina venjing ella stív/ur aftaná ein langan dag við kontór diskin, set teg ella legg teg niður og tendra tín 'Vitalba essential oil diffuser' og føl kroppin slappa av. 

Lættar/linnar hormonellar 'mood swings' 
Nógvar kvinnur stríðast við hesum sokallaðu hormonellu 'mood swings'. 
Sissandi aromatherapy oljur kunnu hjálpa við at fremja kenslur av stabiliteti, javnvág og ró mitt í kenslu-hurlivasanum.  

Kann eisini eggja til sunnari matvanar.
Luktur er ein stórur partur av um man følur seg svangan ella væl settan. Kanningar vísa at lukturin av mati kann nøkta mat tráanina í sær sjálvum.

At lata luftkvæmar oljur dampa í rúminum kann hjálpa við at stýra mat tráanini og eggja til sunnari matvanar við at stimbra viljastyrki og avmarka tráanina at eta ímillum máltíðirnar. 

 

 

 


Líknandi Vørur